Dagføring: Meginøkið fingið streymin aftur

 16-11-2020
Streymurin er afturkomin í meginøkinum, uttan í einum lítlum øki í Klaksvík

Streymurin fór í meginøkinum um middagsleitið mánadagin. Meginøkið er Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjar (undantikið Fugloy) og Sandoy.

Lítlan hálvanannan tíma seinni var streymurin afturkomin. Orsøkin til streymslitið var ein feilur á koplingsstøðini í Vestmanna.