Stórarbeiði í Eysturoyartunlinum liðugt

 12-11-2020
Montørarnir hjá SEV koma víða um. Teir ferðast á hægstu tindum og i djúpastu dølum. Seinastu 4 mánaðirnar hava teir arbeitt 180m niðan fyri havyvirflatuna

Har tunlar verða gjørdir - har er SEV við.

 

Nú nærkast løtan, har koyrandi verður ígjøgnum tunnilin hjá almenninginum. Arbeiðið hjá Sev er í øllum førum liðugt.

 

Ikki færri enn 11 transformarastøðir eru settar upp í tunlinum, og 34 km av káplum eru drignir.

 

 

 

“Tunnilin sjálvur brúkar líka nógvan streym sum ein hampuliga stór bygd, sigur Henrik Eskildsen, kaðal- og linjumeistari hjá SEV.” Tunnilin er góðar 11 km langur, og umframt ljós í tunlinum, verður streymur eisini brúktur til pumpurnar, sum halda tunnilin turran og vifturnar, sum tryggja luftgóðskuna í tunlinum.

 

Tilsamans 33.680 metrar av káplum eru lagdir í tunlinum. Harav eru 12.050m av 60kV kápli og og 21.630 m av 20 kV kápli. Umframt streym til sjálvan tunnilin, er nú kápulsamband millum Sundsverkið og Eysturoynna ígjøgnum tunnilin. Hetta fer at økja um kapasitetin og styrkja sambandið millum Sund og Eysturoynna.

 

Higartil hevur sambandið millum Sundsverkið og Eysturoynna verið umvegis sjókáplar og loftlinjur. Sjókáplar hava avmarkaða livitíð og verða tiknir upp, nú samband er ígjøgnum tunnilin. Loftlinjurnar verða við tíðini eisini tiknar niður, tó ikki beinanvegin.

 

Tað er ikki løtuverk at draga so nógv av kápli niðri í tunlinum. Nógv av tí er tungt, manuelt arbeiði, og hevur tað verið stórarbeiði hjá montørunum at leggja knappar 34 km av káplum ígjøgnum tunnilin. Montørarnir hava arbeitt í tunlinum í gott hálvt ár, harav fast í fýra mánaðir.

 

Nú er spenningur á øllum trafostøðunum, og montørarnir eru slopnir upp aftur í dagsljós at arbeiða.

 

Henrik Eskildsen, kaðal- og linjumeistari, og Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið, eru samdir: “Okkara fólk hava gjørt eitt megnararbeiði í tunlinum – einki minni.