Fyrstu myllurnar bundnar í netið í Suðuroy

 21-10-2020
Spenningur er nú settur á fýra av myllunum í Porkerishaganum

Arbeiðið við vindmyllulundini í Porkerishaganum er nú komið so væl áleiðis, at streymur varð settur til fýra av myllunum týsdagin 20. oktober.

 

“Arbeiðið við myllunum, samstarv við veitarar, undirveitarar og avvarðandi myndugleikar hevur gingið væl”, sigur Brian Joensen, deildarleiðari fyri eltøkni hjá SEV og verkætlanarleiðari. “Hóast Korona farsóttin hevði seinkingar við sær í vár og veðrið hevur verið avbjóðandi, hevur tað eydnast at halda tíðarætlanina nøkulunda.”

 

Royndarkoyring við elframleiðslu inn á netið byrjar fyrst í november, og væntandi verður vindmyllulundin formliga yvirtikin í desember.”

 

Lundin er mett at framleiða 20,4 GWt um árið, um øll orkan verður fingin inn á netið. Hetta svarar til miðalnýtsluna hjá á leið 4.000 húskjum, og fer at minka um oljunýtsluna við 4.400 tonsum árliga.