Verkseting av sjóvarfalsverkætlanini í Vestmannasundi í gongd aftur um miðjan oktober

 03-09-2020
Dagføring frá Minesto um sjóvarfalsverkætlanina

Minesto kunnger í dag, at felagið fer aftur undir verksetingina av sjóvarfalsverkætlanini í Vestmannasundi um miðjan oktober. 

 

Sambært Dr Martin Edlund, forstjóra í Minesto, eru týðandi framstig gjørd, og týðandi úrslit eru fingin til vega av tí arbeiði, sum higartil er gjørt í Vestmannasundi.

 

"Vit hava fingið virðismikla vitan og dátur um ferðingina hjá drekanum, stýrisskipanardátur, og vit hava roynt og fingið váttað flutningin av elorkuni inn á land. Arbeiðið á sjónum við at sleipa og installera gekk eftir ætlan, og tað er sera gott."   

 

Minesto hevur ætlanir um at seta DG100 sjóvarfalsdrekan út aftur í sundið um miðjan oktober og at fara undir at framleiða elorku inn á netið hjá SEV.

 

"Sum áður fráboðað, verður í løtuni arbeitt við at umvæla tjóðurskipanina, og hetta arbeiðið væntast at taka nakrar vikur afturat", sigur Martin Edlund.

 

Samstundis sum arbeitt hevur verið í Vestmannasundi, hevur Minesto gjørt mátingar av sjóvarfalsviðurskiftunum aðra staðni í Føroyum, við tí fyri eyga at finna hóskandi øki til møguliga størri verkætlan. 

 

Les meira um sjóvarfalsverkætlanina

Sí film um verkætlanina