Dagføring: Streymurin aftur allastaðni

 15-08-2020
Streymslit var í Eysturoynni seinnapartin leygardagin

Orsøkin til streymslitið var, at ein kaðal var grivin yvir á Selatrað. Hetta hevði við sær, at streymurin fór á Strondum, Morskranesi, Selatrað og við Kolbeinagjógv kl. 14.46.

 

Arbeitt var beinanvegin við at rætta brekið, og um gott trý tíðina fingu allar bygdirnar uttan Selatrað streymin aftur. 

 

Um hálvgun seks tíðina á kvøldi fingu fólk á Selatrað eisini streymin aftur.