Elorkuframleiðslan fyrstu sjey mánaðirnar í 2020

 13-08-2020
Eftirspurningurin eftir elorku heldur fram at vaksa, og fyrstu sjey mánaðirnar í ár eru tilsamans framleiddir 227,3 GWt; t.e. 6,2% meira enn somu tíð í fjør.

Eins og undanfarin ár er lakari við grønu orkuni um summarið enn um veturin. Tó er grøna framleiðslan higartil í ár 2,5 GWt meira enn sama tíðarskeið í fjør. Lutfalsliga er grøna orkan higartil í ár tó sløk 36%  í mun til 37% av samlaðu framleiðsluni somu tíð í fjør. Lutfallið fer aftur vegna stóran vøkstur í samlaðu elframleiðsluni.

 

Býtið millum orkukeldurnar í tíðarskeiðnum frá januar til juli 2020 er 64% olja, meðan vatn og vindur stóðu fyri ávikavist 24% og 12%.

 

 

Økt framleiðsla í juli

Í juli var eftirspurningurin eftir elorku 11,7% hægri enn í juli í fjør.

 

Meira vindur og væl minni av avfalli í juli í ár hevði við sær, at vindorkuframleiðslan var 58% hægri enn í juli í fjør, meðan vatnorkuframleiðslan var sløk 35% lægri.

 

Miðal vindferðin í Húsahaga í juli var 7,0 m/sek í ár í mun til 5,0 m/sek í fjør. Í Neshaga var miðal vindferðin 7,8 m/sek í juli í ár í mun til 5,8 m/sek í fjør.

 

Miðal avfallið á Fitjunum í Vestmanna í juli í ár var 54,7 mm í mun til 111,4 mm í fjør. Hetta hevði við sær, at vatnorkuframleiðslan minkaði úr 4,1 GWt í juli í fjør í 2,7 GWt í juli í ár.

 

 

 

Sólorkan hevur roynst væl, og stóð í juli mðr. fyri 0,1 prosenti av samlaðu elorkuframleiðsluni. Hon framleiddi elorku til tað, sum svarar til miðalnýtsluna hjá 78 húskjum, og besta dagin í juli kom framleiðslan upp á 1,72 MWt.

 

Mai, juni og juli vóru nøkunlunda eins í framleiddum MWt, tó hevði juni munin á hinum báðum. Besti dagurin higartil var 12. juni har framleiddir vóru 1,97 MWt.

 

Sólorkulundin í Sumba er útbygd við 60 panelum afturat. Hesi nýggju panelini venda í ein beinan sunnan, meðan fyrstu panelini venda eystur og vestur. Hetta er partur av royndarverkætlanini, sum hevur til endamáls at kanna um og hvussu sólorka roynist í Føroyum.