Vindmyllur verða reistar í Porkerishaganum

 10-08-2020
Fyrsta av sjey vindmyllum á tilsamans 6,3 MW er sett upp

Arbeiðið at seta tær sjey vindmyllurnar á tilsamans 6,3 MW í Porkerishaganum gongur væl. 

 

Higartil er hálvonnur mylla komin upp á pláss. Eftir ætlanini verður liðugt at reisa vindmyllurnar í september, og seinni í ár verður farið undir framleiðslu av vindorku inn á netið hjá SEV í Suðuroy.

 

Myndirnar hevur Niels Jacob Eysturberg tikið.