SEV læsir aftur hurðarnar

 06-08-2020
Nú Koronasmittan aftur er aktiv í samfelagnum, er avgerð tikin um enn einaferð at læsa hurðarnar, eins og gjørt var í mars fyri at verja elveitingina hjá føroyska samfelagnum

 

Hetta merkir, at einans vitjandi, veitarar v.m., sum hava alneyðug ørindi hjá SEV, fáa atgongd eftir avtalu.

 

Harumframt eru starvsfólk biðin um at lata seg kanna og at arbeiða heima í tann mun tað letur seg gera. Har hetta ikki er ein møguleiki, eitt nú á elverkunum, verður skipanin við isoleraðum vaktum v.m. sett í gildi aftur, fyri at tryggja elveitingina. 

 

Av tiltøkunum, sum vóru sett í verk í mars, hava nøkur verið í gildi líka síðan, meðan onnur eru linkaði nakað. Nú verður strammað upp aftur. Kantinur hava verið lutvíst opnar fyri summarfrítíðina, men hesar lata ikki upp aftur 10. august sum annars ætlað. Ferðing og skeiðsvirksemi hava verið avlýst síðan mars, og fundarvirksemi verður framvegis avgreitt elektroniskt. 

 

“SEV veitir samfelagsberandi tænastur, sum eru grundarlagið undir nærum øllum virksemi í samfelagnum. Fyri at kunna røkja hesa uppgávu til lítar, er neyðugt at vera eyka varin, og at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk bæði innanhýsis og uttanhýsis”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.