Dagføring av Vestmannasund verkætlanini

 30-07-2020
Tað hevur eydnast Minesto at liðugtgera undirsjóvarinfrakervið og infrakervið á landi. Tað eydnaðist eisini at seta drekan út í Vestmannasund, men mekaniskir trupulleikar við sjálvum festinum millum drekan og fundamentið hevði við sær, at arbeiðið ikki kundi gerast liðugt, og drekin er tikin upp aftur

Kaðalin, sum skal føra elorkuna inn á land, er lagdur og bundin í transformarastøðina á Oyrargjógv, soleiðis at samband nú er millum orkuverkið í sundinum og føroyska elnetið.

 

DG100 drekin er tikin upp aftur, so arbeiðast kann við at rætta brekið við tjóðurskipanini, áðrenn hann verður settur útaftur.

 

“Vit hava gjørt okkum enn fleiri týðandi royndir við undirsjóvarinstallatiónum, sleipingarvirksemi og tilseting av orkuverki, og í at fáa útgerðina upp aftur. Helst vildu vit sjálvsagt verið í framleiðslu nú, heldur enn framvegis at arbeiða við fyrireiking og installatiónsvirksemi, men hvørt einasta fet fram ímóti elframleiðslu inn á netið er týðandi framstig” sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

 

So skjótt brekið er rættað og rákið loyvi tí, verður ein nýggj roynd gjørd. “Arbeiðið fram móti elframleiðslu úr sjóvarfallinum í Føroyum hevur fremstu raðfesting hjá Minesto.”