SEV hevur ikki rindað ov nógv til dótturfelag fyri vindorkuna í Húsahaga

 24-07-2020
Vindorkan í Húsahaga er avroknað eftir tí leisti, sum myndugleikin legði longu í 2012, tá vindmyllulundin í Húsahaga varð boðin út – við inntøkutrygd.

Inntøkutrygd fyri 41,4 GWt um árið var klárt og týðiliga givin í 2012, tá vindmyllulundin varð boðin út, og tað var greitt fyri allar partar. Hetta framgongur klárt og týðiliga av fundarfrásøgn, sum myndugleikin sjálvur hevur skrivað, men sum sami myndugleiki nú brádliga ikki vil kennast við.

 

 

Inntøkutrygdin var eisini klárt og týðiliga við í tilboðnum, sum SEV gav, og sum SEV vann útboðið við.

 

Inntøkutrygdin merkir, at tann, sum vinnur útboðið og verður framleiðari, í hesum førinum Vindfelagið í Húsahaga, hevur rætt til at krevja gjald fyri 41,4 GWt um árið, hóast minni er framleitt. Einasta treyt er, at myllurnar hava verið tøkar alla tíðina. Hava tær ikki verið tøkar, eitt nú av skaða, verður skaðatíðarskeiðið mótroknað.

 

Hesin háttur at avrokna eftir, hevur sjálvsagt verið nýttur frá byrjan, og myndugleikin hevur fingið allar roknskapir, síðani vindmyllulundin fór í rakstur í 2014. Hvørt ár framgongur klárt og týðiliga av roknskapinum, at hesin leistur við inntøkutrygd er nýttur. Myndugleikin hevur ongantíð gjørt viðmerkingar til roknskapirnar. Um myndugleikin hevði aðrar tankar um, hvussu vindorkuframleiðslan skuldi avroknast, átti myndugleikin at havt boðað SEV frá hesum frá byrjan.

 

Tað, sum tó kann ørkymla í hesum málinum, er, at SEV sjálvt av misgáum ikki formuleraði inntøkutrygdina nóg greitt í tí prísavtaluni, sum varð gjørd við dótturfelagið í 2016, og sum stjórin í Vindrøkt vísir til í samrøðu við KvF, umframt ígjøgnum Vágaportalin.

 

Tað var SEV sjálvt, sum varnaðist, at prísavtalan ikki var nóg neyvt orðað, og gjørdi myndugleikan varugan við hendan mangulin í formellu prísavtaluni. SEV bað um at fáa orðingina rættaða, so hon samsvaraði við tað, sum avtalað var. Síðani hevur samskifti verið um avrokningarmannagongdina.