Verkætlanarøkið í Vestmannasundi er friðað

 24-07-2020
Mint verður á, at í sambandi við royndarverkætlanina við sjóvarfalstøkni í Vestmannasundi er økið friðað fyri allari fisking og sigling

Neyðugt er at fara varliga fram kring verkætlanararøkið í Vestmannasundi. Sjóvarfalsdrekarnir eru festir í undirstøði á botni, og teir sveima runt í sjónum í einum 8-tali. Á drekunum situr ein turbina við einari skrúvu, sum í ferðini melur og framleiðir elorku.

 

Verður eitt nú fiskað tætt við drekarnar er vandi fyri, at línan fløkist í útgerðini. Hetta kann skaða bæði reiðskapin og drekarnar.

 

Økið er tí friðað fyri alla sigling og allan fiskiskap í tey tvey árini, royndarverkætlanin varir. Økið ella sonevndi kassin á sjókortinum, sum vísir verkætlanarøkið, liggur mitt í sundinum – millum Oyrargjógv á vágalandinum og Egilsnes á streymoyarlandinum.

 

Tað ber til at síggja knattstøðurnar fyri kassan á Google Maps, sum vísir neyva verkætlanarøkið í fartelefonini. Verkætlanarøkið er eisini sjónligt á www.fishin.fo.

 

Steðga undir grindarakstri

Um tað gerst neyðugt at reka grind ígjøgnum Vestmannasund, skal sýslumaðurin boða vakthavandi á Fossáverkinum hjá SEV í Vestmanna frá. Drekarnir verða síðani steðgaðir, so teir ikki órógva raksturin.

 

Um illa vil til, og útgerð – antin hjá einum sjálvum ella hjá SEV – fær skaða, so skal SEV boðast frá. Er okkurt hent, so at vandi er á ferð, ella er okkurt áfatt, sum kann hava vanda við sær, er umráðandi at boða sjóbjargingarstøðini, MRCC, frá beinanvegin.

 

Tak niður

Yvirlit yvir verkætlanina og friðaða økið.

 

Les meira

Nýbrot í Vestmannasundi

Sjóvarfalsorka - eitt ískoyti til føroysku umleggingina til reina elorku