Fyrsti maskinsmiður á SEV avlærdur

 10-07-2020
Kári Sólheyg hevur staðið í læru sum maskinsmiður á verkinum á Strond í Klaksvík - sum tann fyrsti nakrantíð

 

Tíðin hevur gingið øgiliga skjótt, heldur Kári, sum hevur trivist væl í starvi sínum á SEV-verkinum á Strond. Kári heldur fram í starvinum, inntil hann fer lesa víðari til maskinmeistara.

 

 

 

Sæmund Tausen, verkmeistari á Strond og lærumeistari hjá Kára og Bogi Bendtsen, varastjóri, hildu hvør sína røðu fyri Kára, har teir róstu honum fyri ídni, dugnasemi og góðan hugburð. 

 

 

Starvsfelagar á verkinum á Strond: Cecilia Wigant Eysturdal, maskinsmiðjulærlingur, Sæmund Tausen, verkmeistari, Kári Sólheyg, maskinsmiður, Rógvi Rasmussen, maskinmeistari og Elisabet Dalsgaard, maskinmeistari.

 

Sæmund Tausen, verkmeistari, Kári Sólheyg, maskinsmiður og Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari.

 

SEV er góðkent lærupláss fyri elektrikaralærlingar, maskinsmiðir og skrivstovulærlingar, og metir tað vera umráðandi at vísa samfelagssinni við at taka ábyrgd og gera sítt til, at ung fólk kunnu nema sær útbúgving.