Dagføring 21.35 - Øll hava fingið streymin aftur

 08-07-2020
Íbúgvarnir í mið Skála hava nú eisini fingið streymin aftur

Vegna feil á linjuni fór streymurin á Skála, Strondum, Kolbeinagjógv, Morskranesti og Selatrað um middagsleitið í dag. Talan var um kaðlar, sum fingu skaða í sambandi við grevstur á Skála. Um trý tíðina seinnapartin var streymur aftur í øllum bygdunum, tó máttu fólk í tí partinum av Skála bygd, har brek var komið á kaðlarnar bíða, meðan arbeitt varð. Um hálvgun tíggju tíðina á kvøldi høvdu øll fingið streymin aftur.

Orsøkin til, at tað tíverri tók so langa tíð, var at tveir kaðlar til eina støð fingu skaða í senn. Vanliga er tað so, at kemur skaði á ein kaðal, so ber til at brúka hin í staðin, men í dag kom skaði á báðar kaðlarnar.