Stoypa fundament í Porkerishaganum

 15-06-2020
Arbeiðið við vindmyllulundini í Porkerishaganum gongur væl

Arbeiðið við vindmyllulundini í Porkerishaganum er nú komið so mikið áleiðis, at farið er undir at stoypa fundamentini til myllurnar. 

 

Vindmyllufundament skulu gerast á heilt serligan hátt, og týska fyritøkan WKA Construction, sum hevur serfrøði innan fundament til vindmyllur, stendur fyri hesum arbeiði. Arbeiðsmenninir hjá WKA, sum komu til Føroya fyri góðum fjúrtan døgum síðani, og sum hava verið í arbeiðssóttarhaldi í Porkeri, eru nú fluttir til Marknoyri í Vági at búgva.

 

 

 

Vindmyllurnar, sum eru av slagnum Enercon, koma til Føroyar um Ólavsøku, og vera uppskipaðar á Drelnesi. Uppsetingin byrjar beinanvegin og fer væntandi at taka eini 5-6 vikur. Tað verða fólk frá vindmyllufyritøkuni Enercon, sum koma at standa fyri hesum arbeiðnum. Í mun til Koronasmittuna verða tey áløgda at arbeiða eftir sama leisti sum mennirnir hjá WKA.

 

Myndirnar hevur Niels Jacob Eysturberg tikið fyri sudurras.fo