Video - Soleiðis virka sjóvarfalsdrekarnir hjá Minesto

 09-06-2020
Sjóvarfalsdrekarnir, sum verða settir út í Vestmannasund í næstum eru partur av royndarverkætlan at vinna elorku úr sjóvarfallinum

Royndarverkætlanin skal m.a. vísa, um sjóvarfalsorka kann verða ein týðandi partur av burðardyggu orkusamansetingini í Føroyum, tá øll elorkuframleiðsla skal vera burðardygg.

 

Hevur tú ilt við at ímynda tær, hvussu drekarnir eru samansettir, og hvussu tøknin virkar? So ber til at hyggja at stuttum filmi við animatiónum, sum Minesto hevur gjørt.