47% burðardygg elorka í apríl

 06-05-2020
Nærum aðruhvørja ferð, tú tendraði ljósið í apríl, kom elorkan annaðhvørt frá vatni, vindi ella sólorku

Serliga var tað vatnorkan, sum hilnaðist væl í apríl í ár, sammett við apríl í fjør. Nógv regn í fyrru helvt av apríl sæst aftur í tølunum. Framgongdin í vatnorkuni í mun til sama tíðarskeið í fjør var 90 prosent. Sløk 36 prosent av samlaða býtinum var vatnorka, meðan oljan stóð fyri 53 prosentum.

 

Vindorkan náddi harafturímóti bert upp á 11 prosent av samlaða orkubýtinum. Hetta er 36% lægri enn sama tíðarskeið í fjør, og er partvíst orsakað av stillum veðri í apríl. Miðal vindferðin í Húsahaga var 8,5 m/sek í apríl 2019, meðan hon var 7,6 m/sek í apríl í ár.

 

Eisini hava 3 vindmyllur verið óvirknar í apríl í ár vegna skaða. Generatorbrekini eru ikki umvæld, vegna Koronatiltøk.

 

Sólorkulundin í Sumba framleiddi slakar 14 MWt, sum má metast at vera góð úrtøka. Í samlaða orkubýtinum í apríl fylti sólorkan 0,05 prosent. Til samanberingar fylti sólorkan 0,02 prosent av orkubýtinum í fyrsta ársfjórðingi.

 

Í apríl var framleiðslan í meginøkinum 100 prosent grøn í 1,1 samdøgur, og meira enn 80 prosent grøn í tilsamans 6,3 samdøgur.

 

Korona minkar um elnýtsluna

Eftirspurningurin eftir elorku í apríl í ár er nærum tann sami sum sama tíðarskeið í fjør. Seinastu árini hava vit sæð eina støðuga munandi øking í eftirspurninginum eftir elorku, ofta upp móti 10 prosentum. Soleiðis var ikki í apríl í ár, tá eftirspurningurin øktist við 0,63 prosentum, úr 30,2 GWt í 2019 upp í 30,4 GWt í apríl 2020.

 

Minkaða virksemið í samfelagnum sum fylgja av Koronatiltøkunum var at hóma í uppgerðini fyri mars, men er væl sjónligari í apríl. Orkunýtslan viku fyri viku hevur sum heild verið minkandi, og var lægst um páskirnar í viku 15.

 

 

 

 

 

Somuleiðis er ein munur í nýtslumynstrinum tíma fyri tíma.

 

 

 

 

“Okkurt kundi týtt upp á, at vit byrja eitt sindur seinni at arbeiða ella sova eitt sindur longri”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV. “Um vit td. siga at 40MW er markið, so ber kanska til at siga, at vit hesar vikurnar við Korona sova ein lítlan tíma longri um morgnarnar.

Hetta er tó ikki ein vísindalig staðfesting, men meira ein eygleiðing”, sigur Heri Mortensen.