Tekniskt brek í 3 myllum hjá SEV

 21-04-2020
Tvær av vindmyllunum í Neshaga og ein vindmylla í Húsahaga standa stillar vegna tekniskt brek

Teknikarar hava kannað myllurnar og staðfest, at generatorfeilur er á hesum trimum myllunum, og at allarhelst verður neyðugt at fáa serfrøðingar hjá Enercon til at umvæla myllurnar.

 

“Í løtuni er óvist, nær tað fer at bera til at fáa hesar serfrøðingar til landið at umvæla myllurnar, tí serfrøðingarnir hava trupult við at ferðast um landamørk, orsakað av Koronatiltøkum”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.