Krákurnar órógva streymveitingina

 13-04-2020
Krákureiður í elsteyrum krevja eyka eftirlit

Vit eru komin inn í apríl mánað, álmanakkin sigur vár, og fuglurin reiðrast. Fyri fólk hjá SEV merkir hetta, at eyka eftirlit skal haldast við elsteyrum, fyri at tryggja, at krákur ikki byggja reiður í teimum.

 

Krákur eru herviligar at byggja reiður í elsteyrum, og serliga er tað tilfarið, sum tær brúka, sum í síðsta enda kann ávirka elveitingina. Krákurnar nýta m.a. hegntráð og spreingileidningar, og tá er stórur vandi fyri skammlopi.

 

Hóast regluligt efirlit er við linjunum og steyrunum, kann henda, at kviku krákurnar náa at byggja hálvt ella heilt reiður.

 

 

Annan páskamorgun í ár var krákureiður orsøk til skammlop og síðani streymslit í Hvalba og Sandvík. Sum sæst á myndini hevur krákan m.a. nýtt hegntráð.

 

Trupulleikin við krákureiðrum minkar tó støðugt, so hvørt sum niðurgrivnir kaðlar koma í staðin fyri loftlinjurnar, sum verða tiknar niður.

 

Í 2019 vóru 3 streymslit ymsa staðni í landinum orsakað av krákureiðrum.