Stormskaðar á Sundi

 01-03-2020
Brimið, sum stóðst av eystanstorminum leygardagin og kvøldið, hevur volt umfatandi skaðar á Sundi

Óvanliga nógvur uppgangur var, og hetta hevur m.a. havt við sær skaðar á vegin oman til Sundsverkið, á keiina á Sundi og á grótlaðingina fram við øllum Sundsverkinum.

 

Sjógvpumpustøðin til støð 1 og 2, sum hýsir køliútbúnaði til motorarnar, hevur fingið skaða, men framleiðslan á Sundsverkinum koyrir tó sum vant.