Skálavík fingið almenna løðistøð

 26-02-2020
Fyrsta almenna løðistøðin í Skálavík stendur við brúnna um Stórá niðri á Møl

Í sambandi við, at bussleiðin í Sandoynni fer at verða rikin við elbussum, var ynski í Sandoynni um at fáa fleiri almennar løðimøguleikar í oynni.

 

Frammanundan var ein DC løðistøði á Sandi, og nú er so ein AC løðistøð sett upp á Møl í Skálavík. Løðistøðin kann løða við max 22 kW pr. stikk, og møguleiki er hjá tveimum bilum at løða í senn.

 

 

 

Ein av fyrstkomandi døgunum verður væntandi ein AC løðistøð eisini sett upp í Skopun. Tá verða so tríggjar almennar løðistøðir í Sandoynni.