Mistak á Støð 3 orsøk til Black Out

 14-02-2020
Eitt mistak í sambandi við byggiarbeiði elvdi til streymslit mikudagin

Mikudagin 12. februar var streymslit um stóran part av landinum. Orsøkin vísti seg at vera á Støð 3 á Sundi, har royndarframleiðsla við nýggju motorunum fer fram í løtuni.
 
Byggiarbeiði verður enn gjørt á Støð 3, meðan motorarnir eru í royndarframleiðslu, og mikudagin hendi tað óhepna, at ein arbeiðspallur var settur upp ov tætt at talvuni við neyðssteðgiknøttunum, og komið varð undir knøttarnar. Hetta elvdi til, at tveir motorar á tilsamans 18 MW steðgaðu, og tí fór streymurin. 
 
Talva við knøttum til neyðsteðg, sum eru knýttir at motorunum, er av trygdarávum sett upp í høllini við síðuna av motorhøllini.