Streymurin afturkomin

 12-02-2020
Streymslit var í Vágum, Sandoynni, Norðoyggjum, Suðurstreymoy og pørtum av Norðstreymoy og Eysturoy seinnapart mikudagin

Orsøkin var eitt brek í einum parti av Støð 3, sum verður royndarkoyrd í løtuni. Streymslitið var í tíðarskeiðnum kl. 16.30 - 17.53, tá øll høvdu fingið streymin aftur.