Grønur januar

 05-02-2020
Elframleiðslan úr varandi orkukeldum setti met í januar við 23 GWt

Lýggja veðrið og nógva avfallið í januar í ár gjørdi, at elframleiðslan úr vatnorku var methøg. Gott og væl 18 GW tímar vórðu framleiddir úr vatnorku og hetta var nærum helvtin av samlaðu framleiðsluni.

 

Hetta er tað mesta síðani januar 2014, tá 17,5 GW tímar vóru framleiddir úr vatnorku, og heili 90 prosent meira enn í januar í fjør, tá turt og kalt veður tarnaði vatnorkuframleiðsluni.

 

 

 

 

Framleiðslan úr varandi orkukeldum hevur ongantíð verið størri enn í januar í ár.

 

Tilsamans stóð varandi orka fyri 63 prosentum, meðan olja stóð fyri 37 prosentum av elframleiðsluni. Býtið millum vatn og vind var ávikavist 49 og 14 prosent.

 

Sólorkulundin í Sumba framleiddi 672 kW tímar í januar, sum svarar til gott og væl nýtsluna hjá einum húski í januar.

 

  “Hetta hevur verið ein góð byrjan upp á árið, og ongantíð fyrr í nýggjari tíð hava føroyingar havt so burðardyggan streym í kontaktini” sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV;

“Í meginøkinum lá grøna elframleiðslan oman fyri 80 prosent í 8,3 dagar, meðan hon í tilsamans 17 tímar var 100 prosent grøn.”

   

 

Hóast framleiðslan úr varandi orku var methøg, var framleiðslan úr vindorku 7,3 prosent minni enn í januar í fjør. Hetta er orsakað av nógva vindinum, sum var í januar. Tað er trupult at fáa vindin til høldar, tá vindferðin er høg. Verjuútgerðin í myllunum koplar myllurnar frá, tá ov nógvur vindur er. Fer vindferðin upp um 28 m/sek. byrjar skipanin at vera á varðhaldi, og fer vindferðin upp um 34 m/sek. steðga myllurnar.

 

Miðal vindferðin í Húsahaga í januar var 14,4 m/sek., og mesta vindferðin var 57,4 m/sek.

 

 

Methøgur eftirspurningur eftir elorku

Eftirspurningurin eftir elorku økist framhaldandi, og samlaða framleiðslan kom upp á 37,3 GWt, sum er tað mesta nakrantíð. Vøksturin í framleiðsluni var tó minni enn undanfarna ár, t.e. 4,5 prosent, meðan hann seinastu 12 mánaðirnar hevur verið 9,8 prosent.

 

 

 

Eiðisverkið mestu framleiðsluna

Mesta framleiðslan í januar var á Eiðisverkinum, sum framleiddi 10,3 GWt. Sundsverkið framleiddi 10,2 GWt og er hetta 33 prosent minni enn somu tíð í fjør.

 

Hetta er samstundis met fyri Eiðisverkið, sum ikki hevur framleitt so nógv fyrr. Gamla metið var frá desember 2013, tá framleiðslan á verkinum var 9,6 GWt.