Vetrarljós í Húsahaga

 31-01-2020
Í sambandi við tiltakið Vetrarljós verður høvi at síggja vindmyllurnar í Húsahaga í nýggjum ljósi

Leygarkvøldið 1. februar verður serlig ljósseting í Húsahaga tendrað. Ljóskastarar varpa ljós í ymsum litum á tríggjar av myllunum frá kl. 16.00 og fram til midnátt.

 

Eyðun Eliasen, arkitektur, hevur staðið fyri fagurfrøðiliga partinum av ljóssetingini.

 

Ljóssetingin varð fyrstu ferð roynd í 2016 í eini royndartíð, har fuglafrøðingur kannaði, hvørja ávirkan vindmyllur og eisini ljósseting hava á fuglalívið.

 

Kanningararbeiðið var liðugt í 2019, og niðurstøðan í kanningini var, at vindmyllur og ljósseting ikki hava neiliga ávirkan á fuglalíviðí økinum.