Próvhandan á Vinnuháskúlanum

 24-01-2020
Hátíðarløta á Vinnuháskúlanum í dag, tá skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar fingu prógv handað eftir lokna útbúgving

Maskinmeistarin við besta próvnum fær 1. virðisløn og gávu frá SEV; ein snøggan grindaknív, sum Peter Hansen hegnisliga hevur tilevnað.

 

Hesa ferð var tað Gunnar Joensen, sum fekk 1. virðisløn og grindaknív frá Hera Mortensen. Vit ynskja øllum hjartaliga til lukku og blíðan byr.