Streymurin afturkomin í norðaru helvt av Suðuroynni

 10-01-2020
Ein kaðal var grivin av í Hvalba á middegi fríggjadagin og hetta ávirkaði streymveitingina til Hvalbiar, Nes og Sandvík. Fólk hjá SEV rættaðu brekið og kl. 15.30 var streymurin aftur.