Brekini rættað og øll hava fingið streymin aftur

 09-12-2019
Neyðugt verður tó at bróta av streymin til Bókbindaragøtu við síðugøtum í tíðarskeiðnum kl. 24.00 - 00.30 í nátt

Brekini, sum hava elvt til óstøðuga streymveiting og streymslit í vikuskiftinum og mánadagin eru nú rættað. Skælingslinjan er umvæld, kaðalbrekið í Havn og brekið við háspenningsfeltinum eisini í Havn eru rættað og kl. 16.30 fingu fólk í Eysturbýnum streymin aftur sum tey seinastu.

Í sambandi við íkopling aftur verður tó neyðugt at bróta streymin av í Leynum í eitt korter nú í kvøld, og í Bókbindaragøtu við síðugøtum verður planlagt streymslit í tíðarskeiðnum kl. 24.00 - 00.30.