Kaðalbrek og brek á háspenningsfelti ávirka streymveitingina til Eysturbýin í Havn

 09-12-2019
Streymveitingin í meginøkinum hevur verið óreglulig í morgun, men nú hava nærum øll fingið streymin aftur. Eitt háspenningsfelt í einari trafostøð við Glaðsheygg er farið og harafturat er kaðalbrek. Arbeitt verður við hesum, og tað kann taka nakrar tímar afturat. Hetta ávirkar fólk í Eysturbýnum, sum ikki hava streym, so leingi arbeitt verður. Væntandi verður hetta liðugt um trý tíðina.