Nýggj mannagongd fyri góðkenning av hitapumpum í sambandi við lægri elprís

 04-12-2019
Hitapumpueigarar hava fingið betri møguleika at fáa hitapumpu sína góðkenda til lægra elprísin

Síðani mai í ár hevur verið møguligt hjá hitapumpueigarum at søkja um at fáa lægri elprís fyri streymin, sum fer til hitapumpuna. Ein av treytunum fyri at fáa lægra elprísin er, at hitapumpurnar skulu lúka krøvini í bygningskunngerðini, BK 17.  Orku- og vinnumálaráðið hevur nú broytt góðkenningarmannagongdina soleiðis, at nakrar av eldru hitapumpunum eisini kunnu góðkennast. Hitapumpueigarar hava tískil fingið betri møguleika at fáa hitapumpu sína góðkenda til lægra elprísin.

 

Hitapumpueigarar, sum higartil ikki hava fingið hitapumpur góðkendar sambært BK17 reglugerðini, kunnu nú søkja av nýggjum. Í rundskrivi frá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum verður nú latið upp fyri, at eldri og nýggjar hitapumpur kunnu verða góðkendar eftir niðanfyristandandi mannagongd:

 

Hitapumpur, har upplýsingar frá framleiðara vísa, at COP virðið er hægri og LWA virðið er lægri enn tey í talvuni niðanfyri vístu, uppfylla ásettu krøvini í elveitingarlógini §9, stk. 6

 

Hitapumpa

Orkufleirfalding COP

Worst case min

Ljóðeffekt LWA

Inni / úti max

Luft til vatn

1.8

65/70

Vatn til vatn

1.8

65/70

Luft til luft

2.6

65/70

 

 

Um upplýsingar ikki finnast um ljóðstigið, verður sæð burtur frá tí kravinum fyri hesar hitapumpur.

 

Umsóknir um lægri elprís til hitapumpur skulu altíð sendast til Umhvørvisstovuna Orku, til góðkenningar.