Elkervið í Norðurøkinum verður dagført

 13-09-2019
Mánadagin byrjar grevstur ígjøgnum bygt øki í Klaksvík

Virksemið í Norðurøkinum veksur, og hetta setir krøv til elkervið hja SEV. Hetta førir m.a. við sær, at SEV nú grevur fyri elkaðalum frá verkinum á Strond heim ígjøgnum býin og til Norðoyatunnilin.

 

Mánadagin 16. september verður grivið á Garðavegi og suður til Fjósabrekku. Gravast skulu 300 metrar, og væntandi fer arbeiðið at vara í uml. 5 vikur.

 

Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við Klaksvíkar kommunu og Føroya Tele. Føroya Tele fer at leggja fipurkaðal í Garðaveg, umframt at Klaksvíkar kommuna fer gera rørarbeiði og vatnfrárensl.

 

Miðað verður ímóti at órógva íbúgvararnar sum minst, og vegurin verður tí ikki stongdur í hesum tíðarskeiði. Tó kann væntast, at ferðslan verður tarnað, og mælt verður til at vísa varsemi.