Stóran týdning fyri grønu orkuna í Føroyum

 06-09-2019
SEV fegnast um, at viðlíkahald av vindmyllum verður staðsett í Føroyum

Týski vindmylluframleiðarin Enercon og MEST hava skrivað undir avtalu um eftirlit og viðlíkahald av vindmyllum.

 

“Vit fegnast um avtaluna millum MEST og Enercon”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Tað hevur stóran týdning fyri framleiðsluna av grønari orku í Føroyum, at serfrøðingar eru í landinum, sum kunnu traðka til beinanvegin, um brek er á myllunum. Á tann hátt fer minst møgulig vindorka fyri skeyti, tá møguligt brek er á myllunum.”

 

SEV hevur havt avtalur við týska vindmylluframleiðaran Enercon um viðlíkahald av vindmyllunum í Húsahaga og í Neshaga, síðan uppseting, men tað er sjálvandi ein fyrimunur, at viðlíkahald og møguligar umvælingar kunnu fara í gongd beinanvegin, heldur enn at serfrøðingarnir skulu koma uttanlands frá at hyggja at myllunum.

 

“Avtalan er eisini eitt greitt tekin um, at Enercon er sinnað at tryggja sær eina fasta støðu her í Føroyum”, sigur Hákun Djurhuus.