Nevnd og stjórn í Minesto vitja í Føroyum

Nevnd og stjórn í Minesto á Oyrargjógv saman við Terja Nielsen, menningarleiðara og Tórfinn Simonsen, verkætlanarleiðara
 06-09-2019
Umboð fyri svensku fyritøkuna Minesto vitja í Føroyum í hesum døgum fyri at fundast við SEV og aðrar samstarvsfelagar um verkætlanina við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi

 

Verkætlanin umfatar í fyrsta umfari tveir Minesto drekar, sum verða settir út í Vestmannasund komandi ár, og umboðini fyri Minesto hava verið og vitjað staðið, har drekarnir verða settir út.

 

Vitjanin hevur somuleiðis givið nevnd og stjórn hjá Minesto høvi at fundast við føroyskar veitarar, sum verða knýttir at verkætlanini. Endamálið hevur verið at tosa um verkætlanina í Vestmannasundi eins væl og hvønn leiklut Minesto tøkni kann hava í framtíðar orkusamansetingini í Føroyum, sum skal verða 100 prosent burðardygg á landi.

 

Vitjanin í Føroyum hevur verið gevandi við virðismiklum samrøðum við samstarvsfelaga okkara SEV og aðrar veitarar. Vitjanin hevur styrkt okkara frammanundan jaliga samstarv við SEV og ment felags tankar okkara um, at Minesto tøkni kann verða ein týðandi partur av framsóknu ætlanini um føroyska orkuskiftið”, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

 

“Vit fegnast um, at felags verkætlan okkara gongur eftir ætlan, og bjóða nevndini fyri Minsto vælkomnari til Føroya. Høvið at arbeiða saman hesa vikuna hevur havt stóran týdning fyri verkætlanina og fyri møguligum víðari samstarvi millum SEV og Minesto”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

Les meira um verkætlanina við sjóvarfalsorku

 

Hoyr samrøðu við Martin Edlund, forstjóra, í KvF