Landsstýrið kann framvegis broyta vindútboðið í Hoyvíkshaganum

 27-06-2019
Fiskimálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið ásanna í skrivligum svarum um vindútboðið við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, at framferðin í sambandi við útboðið ikki skal endurtaka seg, og at leisturin skal rættast upp frameftir. Men vindútboðið er ikki avgreitt enn, og tí er eingin orsøk at bíða. Landsstýrið bæði kann og eigur sostatt at rætta upp beinanvegin

Landsstýrið kann við § 5, stk. 2, í elveitingarlógini í hondini rætta óhepnu framferðina í vindútboðnum í Hoyvíkshaganum beinanvegin við at fáa til vega annað hóskandi stað til 18 MW vindorku, har øll áhugað kunnu bjóða. SEV hevur víst á henda møguleikan, sum hevði javnsett øll áhugað í einum vindútboði.

 

Orkumyndugleikin hevur lagt til rættis eitt vindútboð í meginøkinum upp á 18 MW grundað á eina umsókn, har myndugleikin vælsignar ætlanina hjá einum framleiðara og festaranum  í Hoyvíkshaganum um at útihýsa øllum øðrum at bjóða upp á vindorkuna við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum. SEV hevur víst á, at tað neyvan er lógarheimild fyri framferðarháttinum í nevnda vindútboði.

 

Vansin við at góðkenna henda framferðarháttin er, at tað kann slóða fyri líknandi vindútboðum, sum bæði kann gera, at tað verður dýrari fyri brúkaran, umframt at ætlan landsstýrisins um, at hesin leisturin ikki skal verða nýttur frameftir, fær eitt skot fyri bógvin. Tað hevur longu verið alment frammi í fjølmiðlunum, at ein annar framleiðari enn umsøkjarin við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum er í ferð við at gera avtalu við jarðareigarar á einum øðrum av teimum støðunum, har ætlanin er at skipa fyri útboði av loyvi til elframleiðslu úr vindorku.

 

Fiskimálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið ásanna í skrivligum svarum, dagfest ávikavist 19. og 17. juni 2019, til Bill Justinussen, løgtingsmann, at framferðin skal rættast, og at framferðin, sum hevur verið nýtt við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, ikki skal verða nýtt í vindútboðum í framtíðini.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svarar Bill Justinussen, løgtingsmanni, soleiðis:

 

“Núsitandi landsstýri hevur tó gjørt av, at frameftir skal orkumyndugleikin í sambandi við útbjóðing av vindorku fáa til vega avtalur um lendi. Endamálið er, at øll, ið bjóða, skulu hava somu treytir, og at avtalur ikki skulu gerast millum vindorkuframleiðarar og festarar.”

 

Nakað tað sama kann lesast í svari frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Bill Justinussen, løgtingsmann:

 

“Heilsu- og innlendismálaráðið og Fiskimálaráðið, ið umsitur málsøkið viðvíkjandi landsjørð, eru í samskifti um at finna ein leist, sum tryggjar, at allir áhugaðir umsøkjarar til loyvi at framleiða elorku úr vindi skulu vera á jøvnum føti í minsta lagi, hvat atgongd til landsjørð viðvíkur.”

 

Eingin orsøk er tó at finna ein nýggjan leist, tí omanfyri nevndu svar frá landsstýrisfólkunum samsvara við leistin, sum Orka higartil hevur nýtt í vindorkuútboðum, og sum Orka í skrivi 23. januar 2018 kunnaði Búnaðarstovuna um:

 

“US/Orka hevur saman við øðrum viðkomandi myndugleikum, ábyrgdina av at skapa karmar fyri vindorkuútbyggingunum og at fyrireika hóskandi økir til vindorkuframleiðslu, soleiðis at hesi kunnu fara í alment útboð, sum lógin ásetur. Tá lýst verður eftir umsóknum til framleiðslu á hesum økjum, verða allir áhugaðir umsøkjarar líkastillaðir at bjóða. Vinnarin ger síðani allar neyðugu avtalurnar sambært útboðnum og endurrindar tær útreiðslur, sum hava verið til at gera økið klárt.”

 

Landsstýrisfólkini vísa bæði á, at neyðugt er at broyta framferðina, sum vit í dag síggja við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, men landsstýrið sýnir ongan vilja at loysa hetta málið, hóast tað er møguligt. Í svarunum frá landsstýrisfólkunum tykist tað sum, at landsstýrisfólkini hava ta fatan, at málið viðvíkjandi vindútboðnum við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum er avgreitt, men tað er tað ikki. Tí gevur tað ikki meining, tá landsstýrið sigur seg vilja broyta leistin frameftir, at vindútboðið ikki verður steðgað, soleiðis at leisturin kann verða broyttur beinanvegin.

 

Heitt verður tí á landsins myndugleikar um skjótast gjørligt at endurskoða avgerðina hjá Orku um vindútboðið við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum soleiðis, at lýsta vindboðið verður tikið aftur, og at leisturin, sum tryggjar øllum javnbjóðis møguleikar í vindorkuútboðum, verður varðveittur. Hetta fyri at forða fyri, at líknandi vindútboð, sum tað við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, koma fyri í framtíðini – og fyri at tryggja øllum føroyingum best møguliga elprísin.

 

Vinaliga

 

John Zachariassen, nevndarformaður í SEV