Støð 3 á Sundi reist

 22-05-2019
Byggiarbeiðið byrjaði í 2017 og verður væntandi liðugt í ár. Ætlanin er at fara undir royndarframleiðslu í heyst

Nýggi bygningurin á Sundsverkinum, Støð 3, sum m.a. hýsir nýggju motorunum, er nú komin so væl áleiðis, at hægsta punktið er rokkið. Í tí sambandi var reisigildi hildið hósdagin 16. mai fyri teimum, sum hava verið partur av verkætlanini.

 

 

 

Støð 3 er partur av arbeiðnum at tryggja reint og trygt Sundsverk, sum byggir brúgv ímillum eina farandi tíð við oljunýtslu og eina grøna framtíð við ongari olju. 

 

SEV strembar áhaldandi eftir so nógvari grønari orku sum gjørligt. Tó er neyðugt at byggja Sundsverkið út við einari støð 3, tí oljan verður framvegis neyðug tiltakstrygd, eisini tá elorkan á landi í Føroyum verður 100 prosent grøn í 2030.

 

Høvuðsendamálið við verkinum er at veita trygga orku til eina og hvørja tíð, eisini um grønar orkukeldar eina ferð í framtíðini møguliga svíkja av breki ella onkrari aðrari orsøk. Hóast talan er um eitt oljurikið verk, so skal Sundsverkið hóska so væl sum gjørligt til grønu framtíðina.

 

Jørgen Mørkøre, leiðari á Sundsverkinum, Heri Mortensen, framleiðslustjóri hjá SEV, Dávur Reinert Hansen, verkætlanarleiðari SEV og Sunnvard Andreasen, verkætlanarleiðari hjá Articon

 

- Stórur dentur verður lagdur á, at reinførið er í hásæti við øllum neyðugum roykreinsingum og annars sambært galdandi krøvum, samstundis sum Sundsverkið verður ein týðandi partur av grundarlagnum undir veitingartrygdini, sigur Dávur Reinert Hansen, verkætlanarleiðari.  

 

Dávur Reinert Hansen vísir á, at

 

- harumframt kunnu motorarnir tillagast til at brenna gass í staðin fyri olju, um ein gassgoymsla verður bygd í Føroyum seinni.

 

Byggingin av nýggja Sundsverkinum fór í gongd í februar 2017, og arbeiðið gongur sum ætlað.  

 

Byggiarbeiðið

Talan er um eitt umfatandi byggiarbeiði. Fyri at stuðla upp undir elframleiðsluna er tørvur á ymiskum skipanum við tilknýti til motorarnar – so sum brennievnisveiting, smyrjioljuveiting, kølivatnsskipanir, luftskipanir og skipanir til uppsamling og reinsing av frárensli. Somuleiðis eru skipanir til endurvinning av avlopshita til fjarhita, umframt skipanir til roykreinsing og ljóðdoyving partur av byggiarbeiðinum.

 

Á verkinum eru eisini ljósmotorar, skipanir til elveiting á verkinum, skipanir til at stýra útgerðini, brunaávaringarskipanir og aðrar trygdarskipanir. Í bygninginum eru harumframt verkstøð til viðlíkahald av verkinum umframt goymsla við neyðugum eykalutum.

 

Arbeiðið fevnir um veiting av motorum og generatorum, veiting og uppseting av mekaniskari og elektriskari útgerð, uppseting av motorum og generatorum og bygging av verksbygninginum og koplingarstøðini við síðuna av verkinum.

 

Verkætlanin er skipað millum tveir arbeiðstakarar, sum hava høvuðsábyrgdina av ávíkavist bygging umframt mekaniskari og elektriskari uppseting. Hvør teirra hevur fleiri arbeiðslið, so arbeitt verður á fleiri støðum í senn, eins og undirarbeiðstakarar verða nýttir til serligar veitingar.

 

Byggigongdin 2018

  • Í januar kom rættilig gongd á betongarbeiðið, sum helt fram við stoyping av kjallarum, undirstøði og rørtunli.
  • Í apríl var fyrsti kjallarin liðugt stoyptur, og uppseting av mekaniskari útgerð byrjaði.
  • Í mai vóru undirstøðini til motorarnar liðug, og fyrstu undirstøðini til koplingarstøðina vóru stoypt.
  • Í juni vóru betongelementini til koplingarstøðina sett upp, og pumpuhúsið við kølivatnsinntaki var innilokað.
  • Í juli komu motorar og generatorar til landið og vóru settir upp á pláss. 
  • Í august vóru traverskranar í motorhøllum og pumpuhúsi settir upp, eins og farið var at seta útgerð inn í koplingarstøðina.
  • Í september var farið undir at leggja fjarhitaleiðingar í lendið, og undirstøðið til skorsteinin var stoypt.
  • Í oktober vórðu motorhallirnar innilokaðar, og uppseting av elektriskari útgerð byrjaði.
  • Í november var útgerðin í fyrra ketilrúminum sett inn og rættað av. Byrjað var upp á uppseting av mekaniskari útgerð í pumpuhúsinum.
  • Í desember var meginparturin av koplingarstøðini innilokaður, og byrjað var upp á elinnleggingina.

 

Nógva og umfatandi stoypiarbeiðið krevur, at arbeitt verður við stórum forskallingarflakum, og stundum hevur vindur ávirkað hetta arbeiðið. Samskipanin av byggiarbeiði og uppseting av stórari og tungari mekaniskari útgerð er sera krevjandi. Men samanumtikið hevur arbeiðið gingið væl við nærlagni frá arbeiðsfólki og leiðslu á staðnum.

 

Byggingin verður væntandi liðug í 2019, og royndarframleiðslan byrja eftir ætlan heystið 2019. Samlaði kostnaðurin væntast at vera innan fyri játtanina.

 

Myndir frá reisigildinum

 

 

 

 

 

 

Myndir: Alan Brockie