Vindfelagið Neshagi vann kappingina um loyvi til at seta upp vindmyllulund í Porkeri

 29-03-2019
Tvey boð komu inn, og Orka hevur nú kunngjørt avgerð sína

Við lægsta boðnum upp á elframleiðslu úr vindorku í Porkerishaga hevur Vindfelagið Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, vunnið kappingina um loyvi at seta upp vindmyllulund í Suðuroy.