Brek í stýrisskipan orsøk til streymslit

 21-02-2019
Fyrrapartin mikudagin 20. februar var streymslit í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoynni í 20 minuttir.

Orsøkin til slitið var eitt brek í stýrisskipanini á koplingarstøðini í Skálabotni, og hesin parturin av stýrisskipanini verður nú skiftur.