Off-boarding er ein felags uppgáva

 07-02-2019
Arbeiðsgevarin kann gera sítt til at tryggja, at seinastu starvsárini hjá starvsfólkunum fram til pensjónsaldur eru meiningsfull

 

Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV, hevur í sambandi við eftirútbúgving sína skrivað høvuðsritgerð um hvussu starvsfólk og arbeiðsgevari saman kunnu tryggja, at seinastu starvsárini verða meiningsfull, og at skiftið til tilveruna sum pensjónistur verður gott.

 

Lítil gransking er gjørd um evnið ‘Off-boarding’, sum snýr seg um seinastu starvsárini, fram til tíðina, tá vit fara av arbeiðsmarknaðinum. Tá tosað verður um fyrireiking til pensjónstilveruna, verður aloftast hugsað um uppsparing og pensjónsaldur, meðan tann mentala fyrireikingin vanliga ikki fyllir serliga nógv. Men mentali parturin eigur at verða tikin eins nógv í álvara.

 

Sambært Bergtóru er øgiliga ymiskt, hvussu starvsfólk eru fyrireikað mentalt til hetta nýggja tíðarskeiðið í lívinum; nøkur stúra, nøkur gleða seg og onnur skutra tankan burtur. Summi stórtrívast sum pensjónistar, meðan fyri onnur er pensjónstilveran at líkna við eina lívskreppu.

 

“Hesum kann sleppast undan við at fyrireika seg í góðari tíð, og tað er til fyrimuns fyri báðar partar, at arbeiðsgevari og starvsfólk arbeiða saman um  hetta”, sigur Bergtóra. “Eitt nú er eitt starvsfólk, sum gongur og stúrir fyri pensjónstilveruni, sannlíkt ikki eitt effektivt og motiverað starvsfólk.”

Tað gevur eisini góða meining i mun til heimsmálini hjá ST, sum m.a. staðfesta, hvussu umráðandi tað er hjá arbeiðsgevaranum og leiðarum annars at virka fyri meining og samanhangi, og at hugsa heildina.

 

 

Fokus á 60+

Fólk støðast væl og leingi hjá SEV, og seinastu árini hevur eisini verið gjørt eitt ávíst arbeiði fyri at tryggja, at hond verður tikin um tey starvsfólk, sum nærkast pensjónsaldri, millum annað við einum 60+ bólki, soleiðis at tey betur fyrireikað til tilveruna sum pensjónistur.

 

Bergtóra Høgnadóttir hevur staðið útbúgvingina Master í positivari sálarfrøði við Århus Universitet. Á innanhýsis samkomu í høvuðssætinum hjá SEV, har hon helt fyrilestur um evnið, handaði Hákun Djurhuus, stjóri, henni blómutyssi, og takkaði fyri áhugarverdan fyrilestur.