Ymiskir elprísir

 11-01-2019
Skipanin kemur væntandi í gildi í fyrsta ársfjórðingi í ár

​Løgtingið samtykti 17. desember 2018 at geva SEV loyvi til at áseta ymiskar elprísir fyri streym til  hitapumpur og elbilar.
 

Skipanin við ymiskum elprísum er tó ikki komin í gildi enn. Løgtingssamtyktin var bara fyrsta stig á leiðini. Arbeiðið við at fyrireika skipanina við ymiskum elprísum er farið í gongd. Hetta inniber treytir, mannagongdir, prísir osfr.

 

Eftir nevndarviðgerð verður uppskot til skipan sent Umhvørvisstovuni til viðgerðar og góðkenningar. Tá henda góðkenning fyriliggur, er klárt hjá SEV at verkseta skipanina við ymiskum elprísum.

Væntandi verður hetta arbeiðið liðugt í fyrsta ársfjórðingi í ár.