Grøna orkan setti met í oktober

 19-11-2018
Nógva regnið og vindurin í oktober í ár mundi vera summum til ampa, men tá ið ræður um elorku er regn og vindur kærkomið

Elorkan í Føroyum royndist sera væl í oktober. Sonevndi grøni parturin av samlaðu framleiðsluni var heili 67,8 prosent. Vindorka stóð fyri 23,3 prosentum, meðan 44,5 prosent komu frá vatnorku. Hetta er sera gott samanborið við undanfarin ár. Í oktober 2017 var grøni parturin 64 prosent, og í 2016 var grøni parturin 46 prosent.

 

Oktober gjørdist eisini besti mánaður nakrantíð við vindorku. Meðal vindmegin var 11,8 m/sek, og vindmyllurnar framleiddu 7.583 MWh, sum svarar til samlaðu elnýtsluna hjá øllum privatum húskjum í Føroyum.

 

Vindmyllulundin í Húsahaga framleiddi 5031,48 MWh í oktober 2018. Hetta er nýtt met, gamla metið er frá desember 2014.

 

Tað er tó ikki bara vindframleiðslan, sum er økt. Virksemið í samfelagnum er nógv vaksið og somuleiðis eisini eftirspurningurin eftir streymi. Samlaða elframleiðslan er 4,5 prosent hægri enn somu tíð í fjør. Hetta merkir, at tó at grøna framleiðslan er hægri enn í 2017, ger stóri vøksturin í nýtsluni, at termiski parturin (olja) eisini er øktur, og er 7,7 prosent hægri enn sama tíðarskeið í 2017.