Nýggj granskingarætlan um varandi orku í Føroyum

 31-10-2018
Helma Maria Tróndheim fer undir slóðbrótandi granskingarætlan fyri SEV

Hvussu tryggja vit, at føroyska elnetið verður nóg støðugt, tá stórur partur av elframleiðsluni stavar frá óstøðugum varandi orkukeldum?

 

Hesum hevur orkuverkfrøðingurin Helma Maria Tróndheim sett sær fyri at finna útav í eini vinnu ph.d.-verkætlan, sum SEV stendur á odda fyri í samstarvi við Ålborg Universitet og Náttúruvísindadeildina á Setrinum. Helma Maria verður innskrivað sum ph.d. lesandi bæði á Fróðskaparsetrinum og Ålborg Universitet. Talan er um eina stóra verkætlan, sum Granskingarráðið, SEV og Setrið stuðla. 

 

Føroyar liggja avbyrgdar í Norðuratlantshavinum, og hava ikki møguleika at fáa el aðrastaðni frá, tá okkara egnu varandi orkukeldur, eitt nú vindur og sól, ikki framleiða nóg nógv. Onnur lond hava í stóran mun møguleika at keypa streym frá grannalondum, tá teimum manglar, og hin vegin at selja hinum londunum streym, tá tey hava í yvirmát. Hendan møguleika hava vit ikki í Føroyum; vit skulu syrgja fyri okkara egna tiltøkumátti (back-up) og tryggja eina javnvág í nýtslu og framleiðslu hvørt sekund.

 

Í løtuni og fram til 2030 er tað verkið á Sundi, saman við vatnorkuni, ið tryggjar hesa javnvág. Men eftir 2030 verður Sundsverkið útfasað og øll elorka skal stava frá varandi orkukeldum, sum mælt verður til m.a. í kanningunum sum Orka, SEV og DanskEnergi hava staðið fyri, og sum eru lagdar fram fyrr í summar. Avbjóðingin verður tá at tryggja, at elnetið framvegis er støðufast, eisini tá eitt nú sólorka og vindorka eru svikaligar.

 

 

Terji Nielsen, menningarleiðari

 

“Vit eru sera fegin um, at hetta samstarvið er komið í lag”, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV. “Hetta er slóðbrótandi granskingararbeiði, sum fer at verða sera týdningarmikið fyri okkum í Føroyum í strembanini eftir at røkka málinum um at øll elorka á landi skal vera 100% burðardygg í 2030.”

 

Føroysk gransking stóran áhuga uttanlands

Føroyar ganga á odda á orkuøkinum og vit eru tí í stóran mun noydd til sjálvi at standa fyri granskingini av møguleikum hjá avbyrgdum oyggjasamfeløgum. Vit hava ikki møguleika at brúka gransking aðrastaðni frá, tí hon er snøgt sæð ikki gjørd. Hetta merkir, at onnur lond, serliga oyggjasamfeløg, eisini hava áhuga fyri gransking av hesum slag, sum verður gjørd í Føroyum.

 

Heitið á ph.d. verkætlanini er ’Trygdarveiting fyri einum støðugum elneti og eini álítandi elveiting í eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum’. Enska heitið er “Ensuring Grid Stability and Supply Reliability in a 100% Renewable Electricity Sector in the Faroe Islands”, og arbeiðið byrjar 1. november.

 

Helma Maria Tróndheim er 24 ára gomul, og útbúgvin BSc Orku- og umhvørvisverkfrøðingur við Fróðskaparsetur Føroya 2016, og MSc Sivilverkfrøðingur í orkutøkni við sergrein innan elskipanir og háspenning við Aalborg Universitet 2018.