Norðmenn eru komnir til Føroya at fundast um menningina á vatnorkuøkinum

 25-09-2018
Ráðstevna um vatnorku á Hotel Føroyum

Í hesum døgum 24. – 26. september er ráðstevna um vatnorku á Hotel Føroyum. Tað er EnergiNorge, sum í samstarvi við SEV, skipar fyri ráðstevnuni, sum hevur heitið Vassdragsteknisk forum Region Vest.

 

Uml. 70 umboð fyri ymisk orkufeløg eru við og á skránni eru framløgur um bygging av byrgingum, kortlegging, nýggja tøkni og brúk av dronum til eftirlitsarbeiði v.m.

 

Umboð fyri SEV hava tvær framløgur. Heri Mortensen, deildarstjóri, bjóðar vælkomin og greiðir frá um vatnorku í Føroyum, meðan Terji Nielsen, menningarleiðari, greiðir frá, hvussu Føroyar verða 100% grønar í 2030.

 

Árliga ráðstevnan, sum er ætlað limafeløgum hjá EnergiNorge í region vest, verður vanliga hildin í Noregi, men hesa ferð hevur EnergiNorge avgjørt at flyta hana til Føroya. Avgerðin at flyta tiltakið til Føroya hevur viðført, at luttakaratalið í ár er væl hægri enn onnur ár. Umboð fyri orkufeløg alla staðni úr Noregi, og ikki bara av vestursíðuni, eru við á ferðini.

 

Útferðir eru eisini á skránni, og vitjað verður m.a. á Fossáverkinum hjá SEV í Vestmanna, í Kirkjubø, við Gjógv og í Saksun.