Elkundin kann nú sjálvur framleiða streym

 23-04-2018
Allir elkundar kunnu nú seta upp smáverk á í mesta lagi 11 kW at framleiða elorku til egna nýtslu og inn á netið hjá SEV. Í nýggja samstarvinum bjóðar SEV elkundanum at gerast ein “elfelagi”

Elkundin kann í framtíðini síggja seg sjálvan bæði sum kunda og elframleiðara. SEV hevur slóðað fyri eini nýggjari skipan, har kundin – umframt at keypa elorku frá SEV – eisini kann framleiða elorku inn á elskipanina. Kundin verður sostatt ein “prosumer”, sum hetta hugtakið eitur á enskum. Eitt hóskandi føroyskt heiti er ein “elfelagi” – tað er ein, sum samstarvar við elveitaran um bæði framleiðslu og nýtslu.

 

Nýggja skipanin er í fyrstu atløgu ætlað teimum, sum hava hug at framleiða elorku við sólpanelum, smáum vindmyllum ella smáum vatnorkuverkum, ið hava ein mátt á í mesta lagi 11 kW. Av hesum trimum framleiðlsuháttum ber til at brúka sólpanel til at framleiða beinleiðis til egna nýtslu, og yvirskotsframleiðslan frá sólpanelum kann síðani seljast inn á elnetið hjá SEV. Smáar vindmyllur og smá vatnorkuverk skulu bindast beinleiðis í netið hjá SEV.

 

- SEV bjóðar kundunum hendan møguleikan, sum kann spara tí einstaka húsarhaldinum pengar, tí kundin fær høvið at framleiða til egna nýtslu við sólpanelum, eins og hann kann selja elorku inn á netið hjá SEV. Harumframt er kundin við hesi skipanini virkin í orkuskiftinum í Føroyum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

Hann vísir á, at gott samstarv og samspæl við kundarnar eru ein týðandi táttur í arbeiðinum at gera Føroyar grønar á landi í 2030.

 

- Kundarnir verða á henda hátt bodnir við í arbeiðið á grønu kósini, og tað skuldi eisini økt um ognarkensluna í orkuskiftinum at gera Føroyar grønar í 2030. Øll eiga SEV, har vit altíð hava lyft í felag, og vit ynskja eisini, at øll hava hug at fylkjast á grønu kósini, staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

SEV skjeyt fyri einum góðum ári síðani upp at broyta treytirnar fyri at binda í elnetið, so at kundarnir kunnu útvega sær smáverk. SEV og orkumyndugleikin, Orka á Umhvørvisstovuni, hava síðani miðvíst arbeitt við málinum, og nú eru prísir og treytir fyri smáverk endaliga staðfest. Prísirnir síggjast niðanfyri.

 

Tey, sum ætla at gerast “elfelagar”, skulu útvega sær eitt elverk, sum í mesta lagi hevur ein mátt á 11 kW. “Elfelagin” skal harumframt seta seg í samband við ein góðkendan elinnleggjara, ið vegna “elfelagan” søkir SEV um loyvi at binda verkið í elnetið, og sum samstundis fær til vega eitt framleiðsluloyvi frá Umhvørvisstovuni. Elinnleggjarar avgreiða hesi viðurskifti eftir somu skipan við SEV, sum teir avgreiða allar aðrar íbindingar í elnetið.

 

- Í hesum sambandi eru vit serliga spent upp á sólorku, har royndir longu eru gjørdar við sólpanelum í Føroyum. Nú meta vit, at tíðin er búgvin, at vit fáa sólorkuna at gera veruligan mun serliga um summarið, tá mest verður brúkt av olju, tí vanliga er lítið av vatni og vindi hetta tíðarskeiðið, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

Í roynd og veru ber til at søkja um loyvi at knýta onnur sløg av framleiðslueindum upp í skipanina, sum lúka støddarkrøvini á 11 kW, um hesar framleiðlsueindir annars lúka allar tekniskar treytir – eitt dømi kann vera eitt lítið biogassverk. Tað ber eisini til at søkja um loyvi til elverk størri enn 11 kW, men tá eru krøvini tey somu sum til stóru elverkini hjá SEV.

 

Prísir fyri keyp av elorku frá smáverkum

Sólpanel            0,75 kr/kWt uttan MVG íbinding innan fyri málaran (á kunda síðuni)

 

Vindmyllur         0,35 kr/kWt uttan MVG íbinding uttan fyri málaran (á SEV síðuni)

 

Vatnturbinur      0,50 kr/kWt uttan MVG íbinding uttan fyri málaran (á SEV síðuni)

 

Sí eisini: Soleiðis verður tú "elfelagi"