Heiðursmerki frá drotningini

 09-01-2018
Jóan Petur Hansen, montørur á Rakstrardeildini hjá SEV, fekk í gjár heiðurmerki frá hennara hátign Margrethu drotning fyri trúgva og drúgva tænastu

Lítil samkoma var í koplingarstøðini í Skálabotni í gjár – mánadag 8. januar 2018 – har Jóan Petur Hansen, montørur á Rakstrardeildini hjá SEV, fekk handað heiðursmerki frá hennara hátign Margrethu drotning fyri trúgva og drúgva tænastu hjá elfelagnum í 40 ár.

 

Jóan Petur Hansen byrjaði sum linjumaður hjá SEV 17. august 1977. SEV ynskir Jóan Peturi Hansen hjartaliga til lukku við heiðursmerkinum og øll góð ynski á leiðini frameftir.

 

Á myndini frá vinstru: Hákun Djurhuus, stjóri, Jóan Petur Hansen, Henrik Eskildsen, kaðal- og linjumeistari, og Jón Nielsen, deildarstjóri fyri elnetinum.