Elprísurin lækkar fimm oyru á nýggjárinum

 24-11-2017
Umhvørvisstovan hevur álagt SEV at lækka elprísin fimm oyru/kWt á nýggjárinum. SEV tekur hetta til eftirtektar við ávísum fyrivarni og vísir á, at lækkingin kann seinka grønu útbyggingunum, og at elfelagið ynskir eina nágreiniligari viðgerð av prísásetingini frameftir

Umhvørvisstovan hevur í sínum eftirlitsleikluti álagt SEV at lækka elprísin fimm oyru/kWt á nýggjárinum. Elfelagið tekur hetta til eftirtektar, men SEV loyvir sær at vísa á, at hetta kann fáa ávirkan á grønu útbyggingarnar. Lækkingin fevnir um allar kundar uttan útflutningskundarnar í serligu prísskránni, sum brúka meira enn 30.000 kWt um árið.

 

-Vit taka nú ávís fyrivarni í ætlanunum at byggja grønu orkukeldurnar út, tí príslækkingin krevur, at vit umhugsa støðuna av nýggjum. Við øðrum orðum kann príslækkingin seinka ætlaðu útbyggingunum innan grøna orku – m.a. ætlanunum í Suðuroynni við vindmyllum, battarískipan og pumpuskipan, staðfestir John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.

 

Eykaaðalfundurin hjá SEV samtykti í dag, at ein komandi aðalfundur eisini tekur støðu til partar av íløgunum og tíðarætlanum. Nýggja nevndin hevur samtykt at raðfesta grønu útbyggingarnar fremri og skunda undir grønu íløgurnar, og nevndin vil halda fast um hesa kósina.

 

Elfelagið lækkaði elprísin fimm oyru/kWt av sínum eintingum 1. januar í 2017, men tað merkir ikki, at SEV heldur tað vera skilabest eisini at lækka elprísin 2018, samstundis sum bæði SEV og Føroya Landsstýri hava sett sær høg mál á grønu kósini, har ætlanin m.a. er, at øll  elorka á landi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030.

 

Samanumtikið metir SEV, at tað er ivasamt, hvørja heimild eftirlitið hevur einvíst at lækka elprísin, og SEV hevur eisini eftirlýst nøktandi grundgevingum fyri at krevja eina príslækking 1. januar 2018.

 

Elfelagið ynskir gott samstarv á grønu kósini, og SEV og eftirlitið eru vorðin samd um, at partarnir fara undir at viðgera prísásetingina fyri 2019 beint eftir ársskiftið.

 

- Vit meta tað neyðugt at standa saman um at røkka málinum í 2030, sum krevur eina trygga tilgongd, har javnvág er ímillum, veitingarskyldu, veitingartrygd, búskaparligt skynsemi, grønar útbyggingar og orkuskiftið hjá brúkarunum frá brennievni til m.a. hitapumpur og elbilar, sigur John Zachariassen, nevndarformaður.

 

Hann vísir á, at elprísurin fyri ein stóran part skal fíggja grønu útbyggingarnar, og at tað kostar at byggja grøn orkuverk, men at tey eru bíligari í rakstri enn oljuverkini, tá tey eru sett upp.

 

Samanumtikið metir SEV, at góðu tíðirnar nú eru tær røttu at leggja pengar til viks til grønar útbyggingar, meðan oljuprísurin framvegis er lutfalsliga lágur.