SEV kaðaleggur í løtuni elveitingina til Fámjins.

 21-09-2017

SEV er í ferð við at kaðalleggja elveitingina til Fámjins, hetta arbeiðið er komið umleið í helvt. Hetta verður gjørt við at grava ein kaðal í millum Fámjin og Øravík.

Tað  var orsakað av hesum arbeiði, at Fámjin seinnapartin týsdagin 19/9 misti TELE og NET sambandið, tí ein fiburkaðal hjá Føroya Tele bleiv grivin av. Føroya Tele bøtti um brekið beinanvegin, og var samband aftur umleið kl. 22:00 sama dag.

 

Elfelagið SEV