Feilur í eluppgerðum

 12-09-2017
Tøknifrøðiligir trupulleikar hava havt við sær, at elkundar, sum hava sjálvirkandi gjaldsavtalu í bankunum, fáa upplýst skeiva saldo, sjálvt um pengarnir eru farnir av kontum hjá kundunum

Elkundar, sum hava sjálvirkandi GS-avtalu í bankunum, fáa tíverri skeiva saldo upplýsta í sjálvavgreiðsluni hjá SEV og í uppgerðini 01.08.2017-31.08.2017, sum er viðfest rokningini, sjálvt um pengarnir fyri síðstu elrokning eru goldnir av bankakontu hjá kundunum.

 

Orsøkin er, at ein tøknifrøðiligur trupulleiki er í sambandinum millum SEV og GS-skipanina, soleiðis at SEV ikki hevur móttikið pengarnar frá GS-skipanini.

 

Viðurskiftini eru við at koma í rættlag aftur. Kundar kunnu fylgja við í sjálvavgreiðsluni á heimasíðuni hjá SEV, www.sev.fo. Kundanummar og loynital til sjálvavgreiðsluna standa á øllum eluppgerðum.