Grøna tilgongdin í Føroyum tikin fram í norðurlendskari frágreiðing

 28-06-2017
Ein nýggj orkufrágreiðing frá Norðurlendska Ráðharraráðnum vísir á battarískipanina í Húsahaga og aðrar orkugoymslur í orkuskiftinum í Føroyum

Ein frágreiðing um norðurlendskt orkusamstarv, sum ber heitið “Sterkt í dag – sterkari í morgin” nevnir m.a. grønu tilgongdina Føroyum, har battarískipanin í Húsahaga og møguleikarnir at skipa aðrar orkugoymslur í føroyska orkuskiftinum hava vakt ans.

 

Frágreiðingin nevnir eisini Føroyar sum royndarøki, og víst verður á, at kunnleikin um grøna orkuskiftið í Føroyum eigur at verða breiddur út – herundir battarískipanin og orkugoymslur – eisini við atliti at økjum við fáum íbúgvum.

 

Norðurlendska Ráðharraráðið tók stig til frágreiðingina 27. oktober 2015 – sama dag sum SEV fekk norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina í Reykjavík. Jorma Ollila úr Finnlandi, sum m.a. hevur verið nevndarformaður í Royal Dutch Shell og Nokia Corporation, har hann eisini var ovasti stjóri í fleiri ár, hevur vegna ráðharraráðið greitt frágreiðingina úr hondum.

 

Jorma Ollila, ið var á fundi við SEV 7. september 2016, hevur í hesum arbeiðinum havt samrøður við umleið 100 fólk, sum hava havt høvið at siga sína hugsan um, hvussu Norðurlond kunnu styrkja orskusamstarvið.

 

Í frágreiðingini verður nevnt, at umboðini úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi í samrøðunum løgdu dent á, at norðurlendska orkusamstarvið eigur at hava við sær samarbeiði, sum miðar eftir ítøkiligum loysnum, sum verða skræddaraseymaðar til avbjóðingarnar í norðurlendska útjaðaranum, sum ikki er bundin í felags norðurlendska elnetið.

 

- Battarískipanin í Húsahaga og okkara nýskapandi arbeiði at kanna aðrar orkuloysnir eru dømi um tað, sum frágreiðingin her vísir á. Nýbrot og serstakar loysnir eru ein fortreyt fyri at røkka málinum um 100 prosent grøna orku á landi í Føroyum í 2030, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

Jorma Ollila skrivar í frágreiðingini, at vit fult út eiga at gagnnýta innovatiónsmøguleikarnar á orkuøkinum fyri at skapa nýggj størv innan hetta økið.

 

- Orkuskiftið er longu á veg – um Norðurlond ikki fult og heilt taka lut, verða størvini skapt aðrastaðni, skrivar Jorma Ollila m.a. í fororðunum í norðurlendsku orkufrágreiðingini “Sterkt í dag – sterkari í morgin”. Frágreiðingin hevur 14 uppskot um, hvussu norðurlendska orkusamstarvið kann styrkjast.    

 

Frágreiðingin frá Norðurlendska Ráðharraráðnum kann lesast á Norden.org/strongertomorrow