Deildarstjóraskifti á SEV

 28-02-2017
Heri Mortensen tekur í dag við starvinum sum deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá SEV. Hann avloysir Anders Nedergaard-Hansen, sum hevur valt at fara á pensjón

Heri Mortensen hevur í dag sín fyrsta arbeiðsdag sum deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá SEV, eftir at nevndin herfyri setti hann í hetta starvið.

 

Nýggi deildarstjórin tekur við eftir Anders Nedergaard-Hansen, sum hevur valt at fara á pensjón. Anders Nedergaard-Hansen hevur starvast hjá SEV síðani 1986, tá hann var settur í starv sum verkmeistari á Fossáverkinum. Anders Nedergaard-Hansen hevði eisini onnur leiðandi størv innan elframleiðsluna, áðrenn hann gjørdist deildarstjóri.

 

Heri Mortensen kemur úr einum starvi sum verkætlanarleiðari hjá elfelagnum, sum hann hevur røkt síðani fjør summar. Hann hevur eisini áður starvast sum verkfrøðingur hjá SEV árini 2005-2011.

 

Heri Mortensen hevur drúgvar royndir og hollar førleikar innan allar partar av elframleiðsluni. Hann var útbúgvin sterkstreymsverkfrøðingur á Århus Ingeniørhøjskole í 1994.

 

Eftir lokna útbúgving starvaðist Heri Mortensen sum verkfrøðingur í Danmark, og eftir tað – 1999 til 2005 – hevði hann egna elinnleggjarafyritøku í Føroyum, sum einamest arbeiddi fyri ídnaðarvirkir og aðrar stórar fyritøkur.

 

Árini 2011 til 2016 arbeiddi Heri Mortensen í norsku oljuvinnuni, umframt at hann eitt stutt skifti var tekniskur leiðari hjá Vágs kommunu.