71 prosent grøn elorka í hálvt ár

 21-04-2015
Seinasta hálva árið hevur SEV framleitt 71 prosent av elorkuni burtur úr vatni og vindi

Frá oktober 2014 til mars 2015 – í eitt hálvt ár – hevur SEV í miðal framleitt 71 prosent av elorkuni úr vatni og vindi. Mesta vindorka á elnetinum higartil hevur verið heilt uppi á 85 prosentum av framleiðsluni tilsamans.

 

Fyrsta ársfjórðing 2015 lág elframleiðslan úr vatni og vindi uppi á 73 prosentum, tó at tað bæði hevur verið minni vindur og regn fyrsta ársfjórðing í 2015, sammett við sama tíðarskeið 2014. Framleiðslan úr vatni var 53,5 prosent fyrsta ársfjórðing 2015, og framleiðslan úr vindi var 19,7 prosent í tíðarskeiðnum. Harumframt øktist elframleiðslan fýra prosent í fyrsta ársfjórðingi 2015, sammett við fyrsta ársfjórðing 2014.

 

Tað eru vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga, útbyggingar á Eiðisverkinum og nýggi tunnilin oman fyri Norðskála og suður ímóti Selatrað, sum eru høvuðsorsøkin til øktu framleiðsluna úr varandi orkukeldum.