Vegleiðing fyri uppseting av málarum

 
Her eru nøkur dømi um, hvar og hvussu málarar kunnu setast upp. Teknið "XXX" merkir góðkent málarapláss.
Víst verður til Fællesregulativet, har nærri er greitt frá, hvørji mát og hvørjar fjarstøður skulu haldast.
 
Serligar umstøður
Um serligar orsøkir eru fyri at seta málaran á annað stað enn nevnt í dømunum (til dømis í friðaðum bygningum), skal hetta, áðrenn arbeiðið byrjar, avtalast skrivliga við SEV í hvørjum einstøkum føri.
 
Dømi
Á niðanfyrinevndu støðum kann málari setast upp, uttan at tað er avtala frammanundan. Tó skal málarin vera vardur ímóti mekaniskum ágangi, har hettar er neyðugt, til dømis aftanfyri eina hurð.

1. Í duri
Soleiðis at ikki er neyðugt at fara um meira enn eina hurð, afturat úthurðini, fyri at koma til elmálaran.
 
 
Sjá annars dømi 2 og 3.
 
 
2. Í gong
Soleiðis at ikki er neyðugt at fara um meira enn eina hurð, afturat úthurðini, fyri at koma til elmálaran. Um trappa er í gongini, eigur serliga at ansast eftir hæddini upp frá platti/gólvi.
 
 
 
3. Í vásakøki
(Bryggers) við beinleiðis inngongd ella soleiðis, at ikki er neyðugt at fara um meira enn eina hurð, afturat úthurðini, fyri at koma til málaran.
 
 
 
4. Uttandura
Verður loyvt at seta málara upp til sethús. Vit halda tó ikki, at fríttstandandi málarastativ hóska til okkara umstøður. Málari, ið er uppsettur uttandura, skal innbyggjast í húsavegg á einum egnaðum staði, ið er lætt at fáa eyga á. Málaraskápið skal vera min. IP34.